Lýsing
Vit sóknast eftir einum lesandi til høvuðsskrivstovuna hjá Magn í Tórshavn. Uppgávurnar fevna fyri ein part um umsitingarligar uppgávur á marknaðardeildini og annars fyrifallandi uppgávur fyri leiðsluna. M.a. kann nevnast at fyrireika og seta í verk skrivligar mannagongdir, fyrireika skeið og undirvísing, samskipan av uppgávum og verkætlanum fyri leiðsluna, røkja innanhýsis intranetið og fyriskipa átøk fyri starvsfólkunum.
Um Magn
140 starvsfólk starvast hjá Magn. Hesi tryggja orku til føroyskar og útlendskar kundar. Okkara tangabilførarar, teknisku starvsfólk og service-menn arbeiða runt allar Føroyar. 10 Magnstøðir eru kring landið. Mált eftir sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Magn er ISO 9001, ISO 14001, OHSAS 18001, Achilles, F-Pal og EPIM góðkend fyritøka. Høvuðsskrivstova okkara er í Tórshavn, og deildarskrivstovurnar í Klaksvík og á Tvøroyri.
Vit bjóða
Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerandi, at tú ert førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú loysir tínar uppgávur væl. Magn fevnir breitt og tú fær innlit í fleiri ymisk virkisøki, sum kunnu geva tær virðismiklar royndir í mun til tín lestur og tínar framtíðar arbeiðsmøguleikar. Tú fært góðan stuðul og upplæing, og tú hevur samband við nógvar starvsfelagar kring alt landið.
Vit vænta
Vit vænta av tær, at tú:
- Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
- Trívist væl við skiftandi uppgávum
- Hevur góð evni at samskifta, serliga á skrift
- Hevur áhuga í sosialum miðlum og marknaðarføring
Tað er ikki altavgerandi, júst hvat tú lesur, men t talan er um hægri lesnað. At hava koyrikort kann vera ein fyrimunur, men tað er ikki nakað krav.
Vit ímynda okkum, at tú hevur møguleika at arbeiða eini 8-15 tímar um vikuna. Hetta kunnu vit tó tosa nærri um og í felag finna útav, hvat hóskar best í mun til tín lestur og gerandisdag annars.
Hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Áka Vang Poulsen, retail – og marknaðarstjóra, á telefon 23440, ella tú sendir honum ein teldupost á aki@magn.fo.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26.06.2023 og starvið verður sett skjótast gjørligt.