Lýsing
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus eftir námsfrøðingum at byrja eftir nærri avtalu. Um eingin námsfrøðingur verður settur, verður hjálparfólk og/ella fólk við aðrari útbúgving sett í starvið, so allar umsóknir eru vælkomnar.
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og serstovu til børn við imunverjusjúkum. Í dag eru 68 børn innskrivaði á stovnin.
Stovnurin lat upp í 2004, og í løtuni verður stovnurin ný- og útbygdur við 2 stovum, sum eftir ætlan verða klárar at taka í nýtslu í septembur í ár. Tá kemur stovnurin eftir ætlan at hava pláss fyri 90 børnum, í 3 vøggustovum, 3 barnagarðsstovum - umframt serstovuna.
Vegna hækkan av barnatali, og víðkan av stovninum, hava vit tørv á 10 starvsfólkum, ið: