Nánd
Útgivið
20. juni 2023
Útgongur
10. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

  • Lýstverður eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara í tíðaravmarkað starv at byrja  aug. 2023 ella skjótast gjørligt aftaná til 30 sep. 2024. Arbeiðstíðin er í miðal 30 t/viku og arbeitt verður í vikuskiftum og í skiftandi vaktum.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólk, at hava ábyrgd ella viðábyrgd av umsiting og dosering av heilivági, av kompleksari sjúkrarøkt og møguligum lækna samskifti v.m., og at miðla vitan til starvsfelagar.

Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur:

  • Áhugaí at veita røkt og umsorgan, og at skapa innihald í degnum til eldri búfólk
  • Áhugaí at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Evnirat samstarva við aðrar fakbólkar
  • Evnirat handfara skiftandi tørvir hjá borgarunum

Vit bjóða:

  • Eittspennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Góðarog hugnaligar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gottsamstarv við aðrar fakbólkar

Um eingin við útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari søkir starvið, tilskila vit okkum rætt at seta onnur í tíðaravmarkaða starvið. Vit bjóða góða upplæring og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar.

Setan og løn
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Ásu Ásmundsdóttir deildarleiðara tlf. 73028 til 30

Umsóknir
Umsóknir við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: asaa@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi seinast 10 juli kl. 14.

____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri borgarar við demens, heimahjálp og heimasjúkrarøkt umframt fysio- og ergoterapi. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo

Líknandi størv

Starv í Plátufelagnum Tutl   Faroe Islands nýtt
11. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið