Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. juni 2023
Útgongur
6. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri samskifti og miðlan, og hevur tú eygað fyri tí estetiska í máli og búna? Trívist tú í einum livandi umhvørvi har tú sleppur at mynda eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum?

Landssjúkrahúsið sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum samskiftisfólki til Stjórnaskrivstovuna. Talan er um eitt fulltíðarstarv við setan 01.09.2023 ella eftir avtalu.

Í starvinum hevur tú eitt nú ábyrgd av at miðla tíðindi og kunningartilfar hjá Landssjúkrahúsinum og Sjúkrahúsverkinum sum heild til almenningin, politiskar myndugleikar og samstarvsfelagar. Eisini kemur tú at veita ráðgeving innan samskifti til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og hava samskipandi leiklutir innan ymiskar samskiftisuppgávur.

Tú kemur at verða partur av gerandisdegnum á Stjórnarskrivstovuni við tilvísing til sjúkrahússtjórnina á Landssjúkrahúsinum. Stjórnarskrivstovan er ein stápseind hjá sjúkrahússtjórnini, sum veitir tænastur til sjúkrahússtjórnina og restina av fyrisitingini.

sí lýsing her

Líknandi størv

UX Sniðgevi   Faroe Islands nýtt
30. december 2025
30. december 2025
TEST UX Sniðgevi   Faroe Islands nýtt
28. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið