Landssjúkrahúsið
Útgivið
21. juni 2023
Útgongur
18. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum skri ara til Eygnadeildina. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøki 1,0 at byrja 15.09.2023 ella eftir avtalu og eitt ár fram.

Eygnadeildin virkar undir Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum og á deildini starvast 4 eygnalæknar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 3 skrivarar.

Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Móttøka og skráseting av sjúklingum
  • Samskifti við sjúklingar og onnur
  • Avgreiðsla av teldupostum, bóka tíðir og annað
  • Skriva journalir
  • Tætt samstarv við hinar fakbólkarnar á deildini

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Mirsk, Outlook og Word.

Førleikar

  • Viðkomandi útbúgving, so sum læknaskrivara, skrivstovufólk ella líknandi
  • Tú arbeiðir á ein skipaðan hátt og hevur gott yvirlit
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
  • Góðan málsligan førleika
  • Góðar telduførleikar
  • Royndir innan økið er ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Vitalis, depilsleiðara, á tlf. 234523 ella tpost elivi@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 18.07.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “um stovnin”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið