Lýsing
Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir 2 sjúkrarøktarfrøðingum. Talan er um farloyvisstørv á brøki 0,8 til setan frá 01.09.23 – 31.08.24
Eina starvið er í Eysturoynni og hitt í Norðstreymi og Vágunum.
Vit ynskja at setanin kann byrja 01.09.23 ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú hug at verða við til at mynda okkara økispsykiatri?
Í Eysturoyar økinum eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða saman um økið og í Norðstreymi/Vágum eru teir tríggir. Vit eru í alt tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriini og aðru hvørja m samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulækna og onnur.
Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin
At virka fyri, og í samstarvi við einstaka persónin við sálarligum avbjóðingum, at koma seg, at arbeiða við tí hann setir sær sum mál og skapa karmar, so hann hevur møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív sum til ber.
Starvsdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Økispsykiatriini er mest við heimavitjanum hjá borgarum og annars viðtalum á skrivstovuni.
Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.