Landssjúkrahúsið
Útgivið
23. juni 2023
Útgongur
9. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Køkurin á Landssjúkrahúsinum fer nú undir at brynja seg til nýggjar tíðir, tá okkara virksemi flytur í nýggja og framkomna stórkøkin í H-bygninginum. Tí søkja vit eftir starvsfólki innan føðslu og heilsu, at vera partur av at klárgerða køkin, og dagføra arbeiðs- og mannagongdir í nýggja arbeiðsumhvørvinum.

Starvið er eitt fast fulltíðarstarv, sum er til setan 1. august 2023 ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
Fyrstu tíðina verður títt arbeiðsøkið at flyta virksemið hjá Køkinum til H bygningin. Sum partur av at menna nýggjar arbeiðsgongdir, fert tú harumframt at gera brúkarakanningar, kanningar um matspill v.m.

Vanliga arbeiðið í núverandi Køkinum er eisini partur av tínum arbeiðsdegi. Tú fert tí at vera máltíðarvertur á sjúklingadeildunum, vera partur av matframleiðslu, reingerð, vera bindilið millum køkin og súklingadeildirnar og samskifta við deildirnar.

Køkurin á Landssjúkrahúsinum ger somuleiðis kunnandi tilfar, kosthandbók og skipar fyri undirvísing í m.a dietum og borðreiðing. Hesi eru somuleiðis partur av tínum arbeiðsuppgávum.

Tá Køkurin er fluttur í H-bygningin, kann roknast við broytingum í arbeiðstíðunum og arbeisuppgávunum. Tú mást tí tola broytingar í starvinum og starvsinnihaldi.

Førleikar:

  • tú hevur lokið útbúgving sum bachelor ella professionsbachelor í føðslu og heilsu
  • tú dugir at samskifta í skrift og talu
  • tú hevur hollan kt-førleika

Persónligir eginleikar:

  • tú ert álítandi og røkin
  • tú dugir væl at skipa arbeiðið og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
  • tú kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag saman við góðum starvsfelagum
  • ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum
  • felags innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum

Vit eru eitt arbeiðspláss, sum ger mat til sjúklingar og onnur. Vit leggja dent á at gera góðan føðslurættan mat, tí vit eru sannførd um, at góður matur hevur alstóran týdning fyri at okkara sjúklingar koma seg skjótast møguligt. Eisini gera vit mat til Kafeina og Matarhøllina, har starvsfólk og vitjandi á Landssjúkrahúsinum eru dagligir gestir.

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í Høvuðskøkinum, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 9. juli 2023

Vinarliga søk starvið her.

 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið