Lýsing
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir einum sálarfrøðingi til Dageindina í til Børn og Ung psykiatri. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøki 1,0 til setan frá 01.09.2023 til 31.08.2024 við møguleika fyri leingjan.
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.
Um Børn og Ung psykiatri
Í Børn & Ung Psykiatri arbeiða vit við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar eindir – børn, ung og dageind.
25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn & Ung Psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.
Um Dageindina
Dageindin er eitt spesialiserað viðgerðar tilboð til børn og ung í dagtímunum gerandisdagar. Ein daginlegging kann t.d. fevna um bæði barna- og ungdómspsykiatriska útgreining, diagnostisering og viðgerð. Innleggingarorsøkin og trupulleikarnir kunnu verða ymiskir, sum t.d. etingarólag, belastningsreaktónir og samansettir trupulleikar, har talan er um fleiri psykiatriskar líðingar samstundis. Tey flestu innløgdu hava eitt funktiónsstøði, sum hevur verið ávirkað í eina tíð. Felags fyri øll er at tørvur er á eini sjúkligagongd, har tað er strukturur, umsorgan og fakkunnleiki í tryggum kørmum
Yvirskipaða endamálið er eitt størri forstáilsi av avbjóðingunum, sum vísa seg hjá barninum/tí unga, og at intervenera í mun til hetta. Harumframt at at veita vegleiðing til foreldrini um, hvussu foreldrini á bestan hátt kunnu stuðla og vera um barnið fyri at minkað um belastandi faktorar. Ein daginnlegging varar oftast 4-6 vikur, og dageindin hevur eisini eina útvíðkaða ambulanta funktión til tey, sum hava tørv á hesum eftir eina innlegging.
Arbeiðsuppgávurnar í Dageindini eru í høvuðsheitum:
- Viðgerðaruppgávur í sambandi við víðkaðar/intentensivar útgreiningar- ella viðgerðargongdir í dageindini. Hetta kann t.d. verða einstaklinga, bólka- og familjuviðgerð.
- Sálarfrøðiligar kanningar av børnum og ungum í sambandi við víðkaðar/intentensivar útgreiningar- ella viðgerðargongdir í dageindini
- Luttøka í innanhýsis tvørfakligum konferansum, har útgreiningar- og viðgerðarætlanir verða lagdar, og tað verður diagnostiserað við støði í gjørdu kanningunum
- Arbeiðsuppgávurnar innibera nógv samstarv við miljøterapeutarnar á deildini, foreldur og onnur avvarðandi, umframt aðrar stovnar og myndugleikar. Samskipan av hesum samstarvi er ein týðandi partur av arbeiðnum.
- Sálarfrøðingarnir kunnu eisini vænta at fáa supervisiónsuppgávur.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum sálarfrøðingur, gjarna við ella á veg til at gerast autoriseraður
- Góðar tvørfakligar samstarvseginleikar, við børn og familjur teirra umframt við aðrar stovnar, sum varða av børnunum og familjum teirra
- Góð skipanarevni og førleikar til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis og førleika at raðfesta uppgávurnar á ein hátt, sum tryggjar best møgiligan samanhang í bæði útgreiningar- og viðgerðargongd
- Førleikar at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar
- Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av børnum, ungum og familjum.
- Arbeiðsroyndir við sálarfrøðiligum kanningum sum t.d. WISC-V, ADOS, K-SADS, BAB og PSE er ein fyrimunur
Harumframt ynskja vit umsøkjara
- Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
- Við jaligum sinni og við ágrýtni og ábyrgd í mun til arbeiðsuppgávurnar
- Við smidleika og arbeiðssemi
- Sum gevur sítt íkast til eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og møtir sínum starvsfeløgum við opinleika, hjálpsemi og virðing
- Sum tekur ábyrgd av egnum trivnaði og læring
Vit bjóða
- Eitt spennandi starv, har tú ger týðandi mun fyri børn, ung og teirra familjur
- Arbeiðsuppgávur, har møguleiki er fyri at fordjúpa seg í eini áhaldandi roynd eftir at skapa bestu fortreytirnar fyri okkara sjúklingum og teirra avvarðandi
- Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á yrkisføri og menning
- Møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisión og tvørfakligum konferansum
- Innføring í arbeiðsuppgávuna eftir tørvi
- Supervisión í mun til autorisation
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Albertu Mc.Leod Jacobsen, sersálarfrøðing og toymisleiðara í Dageindini Børn og Ung Psykiatri á t-post albja@ls.fo ella til Elin Helena Ásudóttir, Depilsleiðara, á t-post elias@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.
Umsóknarfreistin er tann 14. juli 2023
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.