Lýsing
Søkt verður eftir húsavørði til fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur royndir og útbúgving sum hús avørður ella handverkari.
UPPGÁVUR
Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:
- hava umsjón við bygningunum
- røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar
- hava eftirlit við hita- og vatnskipanum
- hava dagliga ábyrgd av tekniskum innleggingum
- gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk
FØRLEIKAR
Umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við bæði starvsfólk og næmingar, skal tann, ið settur verður:
- duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
- vera fyrikomandi og hava gott handalag
- hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi útbúgving
- hava KT-førleikar á brúkarastigi
- koyrikort til bil
LØN OG TREYTIR
Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 1. september 2023 ella skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Wolles, á tlf. 742031 ella við telduposti til olw@kambsdalur.fo.
UMSÓKN
Umsókn skal, saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast til ums@kambsdalur.fo í seinasta lagi mánadagin 31. juli 2023.