Lýsing
Eldrasambýlið Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar 2 eindir.
Røktarbúeindin er ein væl skipað deild við 10 búfólkum, har 3 starvsfólk eru á dagvakt, 2 starvsfólk á kvøldvakt og 1 í náttarvakt . Gøtubrá er eitt hugnaligt heim, arbeiðsumstøðurnar eru góðar og trivnaðurin millum starvsfólkini er góður. Vit leggja vekt á, at tú sum røktarstarvsfólk hevur tíð at veita umsorgan og røkt, ið er tillaga einstaka búfólkið.
Toymið á búeindini er samansett av sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum. Harumframt hava vit eitt gott tvørfakligt samstarv við lækna, fysioterapeut og ergoterapeut.
Búeindin er eitt fleksibult arbeiðspláss fyri okkara starvsfólk, vit lurta eftir ynskjum, tá ið arbeiðsætlanin skal leggjast til rættis. Vit leggja dent á at arbeiða á einum fakliga høgum støði, og eru tí tilvitaði um, at starvsfólkini fáa møguleika fyri menning.
Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari ella starvsroyndir innan eldraøkið.
Tað snýr seg um fylgjandi starv:
- 1 fast starv á røktarbúeindini sum kvøldvakt í starvsbrøki 0,8 (ella eftir ynski) at byrja 1. september ella eftir avtalu
- 1 fast starv á røktarbúeindini í skiftandi vaktum í starvsbrøki 0,8 (ella eftir ynski) at byrja 1 september ella eftir avtalu
Nánd leggur dent á, at tú hevur:
- førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum við røktartørvi stuðul og hjálp
- førleika at stimbra trivnaðin hjá bæði búfólkum og starvsfólkum
- jaligan hugburð
- góð samstarvsevnir
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott tvørfakligt samstarv
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Jonnu Joensen, deildarleiðara á Gøtubrá, tlf. 730252 og teldupost: jonna@eystur.fo
Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: jonna@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. juli 2023.
Við smáum
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tu hevur áhuga og førleika at arbeiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.eysturkommuna.fo