Lýsing
Vit søknast eftir einum sølufólki til at røkja eitt sera spennandi starv.
Starvið fevnir um sølu av trolreiðskapi til botn- og rækjutrolararnar uttanlanda.
Førleikar
Vit hava tvær vangamyndir í tonkunum:
1) tú hevur royndir frá trolara, og dugir at síggja teg í einum starvi sum sølufólk. Um so er, so fært tú upplæring í sølu.
2) Ella at tú hevur royndir sum sølufólk og hevur í ein mun royndir frá fiskivinnuni.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið. Starvið er fjølbroytt har tú bæði kemur at arbeiða á kontórinum, men eisini er og vitjar kundar uttanlanda og luttekur á sølumessum.
Tú verður partur av einum sølutoymi men kemur tú í stóran mun sjálv/ur at mynda títt arbeiði.
Arbeiðsstaðurin verður á deild okkara í Tórshavn.
Starvstreytir
Lønarviðurskiftir og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.
Umsókn
Vil tú vita meir um starvið ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392.
Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. Juli og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “sølufólk”
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava, Danmark og Russlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk.