Lýsing
Vegna barnsburðarfarloyvi og økt virksemi søkir Heilsu- og umsorganartænastan eftir tveimum fysioterapeutum, sum brenna fyri at stuðla aldrandi borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.
Talan er um avbjóðandi og gevandi størv, har tú kemur at virka í venjingarhølum, heima hjá borgaranum og á teimum ymisku eldrabústovnunum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Arbeitt verður við at menna tænastuna til borgaran til eina rehabiliterandi tilgongd, har støði verður tikið í gerandisdegnum hjá borgaranum og stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv við røktarstarvsfólk og ergoterapeutar. Fysioterapeuttoymið er staðsett í Heilsuhúsinum, ið veitir tænastu til heimabúgvandi borgarar, og har tær tvørgangandi tænasturnar verða skipaðar.