El.fo
Útgivið
6. juli 2023
Útgongur
30. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingi, sum er ábyrgdarfullur og trívist at arbeiða saman við øðrum.

Útbúgving og royndir:
Vit vænta at tú:

  • Hevur 1. skúlaskeið innan EL ella 1. og 2. skúlaskeið innan EL.
  • Dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.


Persónligir eginleikar:
Vit vænta at tú:

  • Brennir fyri el-fakinum
  • Ert fyrikomandi, álítandi og ábyrgdarfullur.
  • Ert ágrýtin, fleksibul og villigur at arbeiða yvir til tíðir.
  • Hevur gott handalag.

Setanarviðurskifti:
Starvið sum elektrikaralærlingur verður lønt sambært avtalu við Havnar Handverkarafelag. Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Arne Debess, tekniskur stjóri, tlf. 739501 ella skriva teldupost til arne@el.fo.

Umsókn
Skrivligar umsóknir við fylgiskjølum skulu vera El.fo í hendi í seinasta lagi 30. juli 2023. Umsóknir kunnu sendast í telduposti til el@el.fo ella við posti til El.fo, Gamli Velbastaðvegur 1, 100 Tórshavn. Rætti umsøkjarin byrjar í elektrikaralæru skjótast til ber.

Um El.fo:
El.fo starvast við øllum innan el-arbeiði og er ein heildarveitari av elektriskum anleggum og skipanum til sterkstreym og veikstreym. El.fo er ein fyritøka í menning og tað starvast í løtuni 30 fólk hjá El.fo, harav flestu eru úti hjá kundum.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið