Sjókovin
Útgivið
6. juli 2023
Útgongur
16. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú vera við til at skapa eina burðardyggari fiski- og alivinnu? Og hevur tú kandidat ella PhD útbúgving í búskaparfrøði ella aðra hægri líknandi útbúgving, umframt áhuga í altjóða ali- og fiskivinnuumsiting og búskapi? So hava vit kanska eitt starv til tín.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt spennandi og mennandi altjóða arbeiðspláss
  • Eitt fjølbroytt arbeiði í einum altjóða granskingarumhvørvi við góðum samstarvi við vinnuligar fyritøkur
  • At gerast partur av einum tvørfakligum toymi við sterkum granskingarførleikum

Arbeiðsuppgávur:

  • At arbeiða við samfelagsligum og búskaparligum viðurskiftum í ES verkætlanunum, sum t.d. SeaMark og Marine Sabres
  • At arbeiða við samfelagsligum og búskaparligum greiningum av føroyskari fiski- og alivinnu
  • At arbeiða við at útvega fígging til nýggjar verkætlanir
  • At gera greiningar í sambandi við Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna
  • At samskipa tiltøk í sambandi við Ocean Cluster Faroes og aðrar ráðstevnur

Vit vænta:

  • At tú hevur áhuga fyri burðardyggari fiski- og alivinnu
  • At tú ert ágrýtin, eldhugað/ur og samstarvsinnað/ur
  • At tú hevur hægri viðkomandi útbúgving
  • At tú dugir væl at samskifta við ymiskar áhugabólkar
  • At tú dugir væl at orða teg munnliga og skrivliga á enskum
  • At tú ert áhugað/ur at arbeiða í einum tvørfakligum altjóða samstarvi
  • At tú ert sinnað/ur at ferðast nakað uttanlands (uml. 20 dagar um árið)
  • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Starvið er lønt eftir sáttmála við viðkomandi fakfelag. Áhugaði kunnu venda sær til Unn Laksá, stjóra, á +298 558500 ella unn@sjokovin.fo.

Umsóknarfreistin er 16. juli 2023.

Umsókn við lívsrensli, prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til unn@sjokovin.fo

Um Sjókovan
Sjókovin er ein privatur, óheftur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur við endamálunum at

  • stimbra burðardygga menning og nýskapan í føroyskari fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum til tess at bera nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim.
  • vera samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og kunna almenningin um viðurskifti viðvíkjandi hesum.

Grunnurin hevur virksemi á 4 kjarnuøkjum:
- Gransking: Granska í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri føroyskar sjófeingisvinnur
- Fígging: Stigtaka og samskipa umsóknir um fígging frá evropeiskum, norðurlendskum og føroyskum grunnum
- Útbúgving og upplýsing: Gera undirvísingartilfar til skúlar og hýsa starvsnæmingum
- Samskiftisdepil: Sjókovin hevur tikið stig til Ocean Cluster Faroes, sum er eitt netverk fyri fyritøkur og áhugabólkar við áhuga fyri burðardyggari menning av føroyskari sjófeingisvinnu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið