Lýsing
Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennir fyri og dugur best?
Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?
Serstovan í Frítíðarskúlanum í Hoyvík er ein inkluderandi partur av frítíðarskúlanum, og samstarva námsfrøðingar og hjálparfólk í serstovuni við frítíðarskúlan gjøgnum dagin. Børnini á stovninum kenna hvønn annan og byggir námsfrøðin nógv á sosialisering og menningarmøguleikar.
Tórshavnar kommuna hevur tørv á námsfrøðingi til serstovuna í Frítíðarskúlanum í Hoyvík at arbeiða 25-30 tímar um vikuna, við møguleika fyri 40 tímum vikuliga – um man eisini arbeiðir í KLUBB 188. Starvsbyrjan er 14. august 2023.
Søkir ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast.
Í stóran mun eru arbeiðstíðirnar í serstovuni í tíðarskeiðnum millum kl. 11-17.
Arbeiðstíðirnar í KLUBB 188 eru um kvøldið.