Vónin P/f
Útgivið
7. juli 2023
Útgongur
23. juli 2023
Staður
Bakkavegur 66, FO-530 Fuglafjørður, Faroe Islands
T-post
hjalmar@vonin.com

Lýsing

Vit søknast eftir einum sølufólki til at røkja eitt sera spennandi starv. Starvið fevnir um sølu av trolreiðskapi til botn- og rækjutrolararnar uttanlanda.

Førleikar
Vit hava tvær vangamyndir í tonkunum:

  1. Tú hevur royndir frá trolara og dugir at síggja teg í einum starvi sum sølufólk. Um so er, so fært tú upplæring í sølu.
  2. Ella at tú hevur royndir sum sølufólk og hevur í ein mun royndir frá fiskuvinnuni.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið.  Starvið er fjølbroytt, har tú bæði kemur at arbeiða á kontórinum, men eisini er og vitjar kundar uttanlanda og luttekur á sølumessum. Tú verður partur av einum sølutoymi, men kemur tó í stóran mun sjálv/ur at mynda títt arbeiði. Arbeiðsstaðurin verður á deild okkara í Tórshavn.

Starvstreytir
Lønarviðurskiftir og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.

Umsókn
Vilt tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. Juli og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “sølufólk”

 

Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava, Danmark og Russlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk. 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið