Lýsing
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara til Uppistovu á Norðoya Røktarheimi frá 1. september 2023.
Endamálið við starvinum er at tryggja, at búfólkini fáa nøktandi tænastu á einum fakliga høgum støði, og at tað áhaldandi verður arbeitt við at skapa karmar fyri, at tey kunnu trívast.
Starvið krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Harafturat kunnu útbúgving og royndir í leiðslu vera fyrimunir, eins og útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið.
Uppistova er karmur um 14 búpláss hjá fólkum, ið hava tørv á røkt og støðugari hjáveru.
Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.
Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.
NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.
Fleiri upplýsingar
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofilar, setnartilgongd og visjónsorðingina hjá NBH.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. +298 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 31. juli 2023.