Lýsing
Tvey starvsfólk og avloysari til dag- og umlættingarstovnin Mýrisóljan í Runavík.
Um størvini
- Eitt starv 34 tímar í meðal um vikuna at seta 15.08.2023 ella skjótast gjørligt
- Eitt starv 32 tímar í meðal um vikuna at seta 15.08.2023 ella skjótast gjørligt
- Avloysarastarv í sambandi við feriur, sjúkrafráveru, avspáking og annað
Fyri tey føstu størvini er galdandi at arbeiðstíðin, fyri tað mesta, er um dagin. Tó eru nakrar kvøldvaktir og arbeitt verður 4. hvørt vikuskifti í 4 vikur rulli. Starvsstaðurin er í Runavík.
Arbeiðsuppgávur
Mýrisóljan veitir dag-, frítíðar- og virknistilboð í tryggum kørmum til børn og ung við fjølbreki. Eisini veita vit umlætting til heimabúgvandi børn, ung og vaksin við fjølbreki, menningartarni og autismu.
Arbeitt verður miðvíst við at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum í samstarvi við avvarðandi. Vit hava borgaran í miðdeplinum og leggja dent á góðan trivnað á arbeiðsplássinum.
Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul, røkt og umsorgan. Tú verður við til at leggja til rættis heilsu- og námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.