Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir serlæknum til palliativa toymið, sum í samstarvi við hini starvsfólkini kunnu tryggja, at palliativa sjúklingaviðgerðin hevur eina høga fakliga góðsku og at virksemið verður rikið skynsamt við denti á samstarvi og menning. Starvið, ið verður býtt ímillum í minsta lagi tveir serlæknar, verður sett tann 1. september ella eftir avtalu.
Palliatión
Palliatión hevur til endamáls at økja um lívsgóðskuna hjá sjúklingum og avvarðandi, sum hava avbjóðingar, sum fylgja við lívshóttandi sjúku. Hetta verður gjørt við tíðliga at linna, fyribyrgja og viðgera pínu og aðrar støður - kropsligar, sálarligar, sosialar og andaligar - sum kunnu koma. Hetta fevnir m.a. um at tillaga heilivágin og hava samrøður við sjúklingar og teirra avvarðandi.
Palliatión hevur til endamáls at betra um viðgerðina og lívsgóðskuna hjá sjúklingum við lívshóttandi sjúkum, og veita teimum avvarðandi hjálp og stuðul. Palliativa toymið á Landssjúkrahúsinum røkir sergreinaða palliativa tilboðið í Føroyum, og er, umframt serlæknar, mannað við tveimum sjúkrarøktarfrøðingum við servitan um palliatión. Yvirlæknarnir í palliatión fara at taka sær av palliativa serøkinum, og verða partur av yvirlæknatoyminum á Medisinska deplinum. Palliativa toymið er fyriskipanarliga ein partur av Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Tað er umráðandi, at serlæknarnir í palliatión hava vitan um pínulinnandi heilivág og eisini hava hug og góð evni at tosa við sjúklingar um teirra lívsstøðu og teir tilveruspurningar, ið eru. Aftrat hesum hevur palliativa toymið tætt samband við sosialu myndugleikarnar.
Høvuðsuppgávan hjá serlæknunum í palliatión verður at hava yvirskipaðu ábyrgdina av ambulantum, palliativum sjúklingum umframt palliativum sjúklingum, ið eru innlagdir á Landssjúkrahúsinum. Palliativa toymið hevur, umframt arbeiðið í ambulatoriinum og á seingjardeildunum, samband við palliativar sjúklingar og teirra avvarðandi yvir telefon. Palliativa toymið arbeiðir tvørfakligt og hevur víðfevnd sambond í primera geiranum.
Tann 1. september 2023 verður palliativa tilboðið víðkað, soleiðis at palliativa økið fevnir um allar sjúklingar, ið hava lívshóttandi sjúku og hava tørv á palliatión.
Ætlanin er at víðka um palliativa tilboðið til eisini at fevna um eina útgangandi funktión til palliativar sjúklingar. Frameftir skal palliatiónin styrkjast, eitt nú við at stuðla tvørfakligum og tvørgeira samstarvi, og soleiðis bjóða eina samanhangandi sjúklingagongd til palliativar sjúklingar. Í løtuni eru umleið 70 krabbameinssjúklingar knýttir at palliativa toyminum.
Settu serlæknarnir vera teir fyrstu, ið manna eina fulla normering í palliatión á Landssjúkrahúsinum. Læknarnir fara, í tøttum samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingarnar í palliativa toyminum og depilsleiðsluna, at hava ábyrgdina av at byggja upp og skipa fakøkið við tí tilfeingi, ið er til taks. Palliativa toymið fer eisini at samstarva við funktiónsleiðslurnar á Medisinska deplinum og aðrar leiðslur í Sjúkrahúsverkinum.
Í starvinum sum yvirlækni á Medisinska deplinum er rúm fyri tínum hugskotum og góður møguleiki er at fáa ávirkan á, hvussu arbeiðið verður skipað og hvussu tað framhaldandi kann mennast. Í arbeiðinum er sjálvsagt eisini eitt tætt og samanhangandi samband við sjúklingin. Harumframt er eitt tætt samband við aðrar serlæknar við denti á tvørfakligt samstarv. Seræknarnir, sum verða settir, fáa bjóðað eftirútbúgving í palliatión og byrjar hendan væntandi á heysti 2024.