Lýsing
Heilsutrygd lýsir hervið 10 kommunulæknastørv leys at søkja. Størvini verða sett 1. oktober 2023 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.
Møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og harvið skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann verða um niðursetta tíð eftir nærri avtalu.
Um størvini
Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.600 borgarar eru í læknadøminum, og tveir fastsettir kommunulæknar eru í starvi.
- Eitt starv er á Tvøroyri, og eru umleið 1.100 borgarar knýttir at viðtaluni. Læknaskrivari starvast í viðtaluni.
- Eitt starv er í Vági, og eru umleið 1.000 borgarar knýttir at viðtaluni. Læknaskrivari starvast í viðtaluni.
Í Suðurstreymoyar læknadømi eru trý kommunulæknastørv leys at søkja, har eitt er nýtt. Umleið 22.150 borgarar eru í læknadøminum, og 11 fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.
- Tvey størv eru í Læknahúsinum í Gundadali. Viðtala 1 hevur umleið 1.600 borgarar, og viðtala 4 hevur umleið 1.650 borgarar. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er í starvi í viðtalu 1, og tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru í viðtalu 4.
- Eitt nýtt starv í Berjabrekku, har umleið 1.250 borgarar longu eru knýttir at viðtaluni. Einki viðtalustarvsfólk er knýtt at viðtaluni enn.
Í Vestmanna læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 2.900 borgarar eru í læknadøminum. Ein fastsettur kommunulækni er í læknadøminum.
- Eitt starv í viðtaluni í Kollafirði. Umleið 1.500 borgarar eru í viðtaluni. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvi í viðtaluni.
Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 7.100 borgarar eru í læknadøminum, og hava hesir verið røktir av fýra læknum, harav tveimum fastsettum læknum. Tey bæði størvini, sum eru leys at søkja, eru staðsett soleiðis:
- Eitt starv er í Heilsudeplinum við Skálafjørðin (í Runavík), viðtala 3, við umleið 1.800 borgarum. Ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein læknaskrivari eru í starvi.
- Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum, viðtala 4, við umleið 1.900 borgarum. Ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein heilsurøktari eru í starvi.
Í Fuglafjarðar læknadømi er eitt nýtt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 3.900 borgarar eru í læknadøminum. Tveir fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.
- Eitt nýtt starv í Fuglafjarðar læknadømi, sum eftir ætlan skal røkjast bæði í Fuglafirði og í Gøtu eftir avtalu. Starvsstaðurin verður í Fuglafjarðar læknadømi
Í Norðoya læknadømi er eitt nýtt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 6.400 borgarar eru í læknadøminum. Tríggir fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.
- Eitt nýtt starv í viðtaluni í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík. Einki viðtalustarvsfólk er knýtt at viðtaluni enn.
Samstarv
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu saman við viðkomandi pørtum vera við til at menna heilsufakligar tænastur og heilsuøkið sum heild.
Læknar kunnu skipa seg soleiðis, at teir kunnu samstarva um viðtaluhøli og viðtalustarvsfólk.
Felagsviðtalur og niðursett tíð
Møguleiki er fyri, at fleiri læknar kunnu samstarva um at røkja eina viðtalu í felag. Samstarva fleiri læknar um at røkja eina viðtalu, ber til at hava lægri arbeiðstrýst/arbeiðsbyrðu, og læknarnir kunnu sjálvir skipa arbeiðið sínámillum, og harvið arbeiða niðursetta tíð. Hóskandi tal av læknum í slíkum samstarvi er 2-3 til hvørja viðtalu.
Um læknar røkja eina viðtalu í felag, fylgja ávís rættindi og ávísar skyldur við. Læknarnir verða settir í starv hjá Heilsutrygd sum aðrir læknar. Í høvuðsheitum kann roknast við, at t.d. grundgjald, basisgjald og skyldur í.s.v. vaktir verða býtt millum læknarnar. Læknarnir hava í felag ábyrgd fyri viðtaluni ella viðtalunum í samstarvinum. Tí hevur felagsskapurin vanliga ábyrgd fyri at røkja viðtaluna/-ar, um talan er um sjúku ella annað forfall.
Skipan
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða, krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.
Kommunulæknin samstarvar við aðrar kommunulæknar og luttekur í vaktarskipanum (Læknavaktin og koyrivakt).
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya (Fíggjarmálaráðið/Heilsutrygd) og Kommunulæknafelag Føroya.
Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.
Í umsóknini skal verða tilskilað, hvørja viðtalu søkt verður, og um fleiri, so eiga tær at verða greitt raðfestar.
Um søkt verður um at starvast í felagsviðtalu, eigur at verða greitt frá, hvørjir læknar eru í samstarvinum, hvør er ábyrgdarpersónur, og hvussu ætlanin er at skipa arbeiðið. Felagsviðtalan hevur somu skyldur sum aðrar viðtalur, og tí hevur tað stóran týdning, at læknarnir hava skipað innanhýsis viðurskiftini væl. Hetta kann gerast í samstarvsavtalu um t.d., hvussu arbeiðsbýtið skal vera, sjúku og forfall, og hvussu samstarvið kann enda.
Íblástur til slíka avtalu er at finna á: https://www.laeger.dk/foreninger/plo/drift-af-praksis/opstart-og-etablering/praksisformer/etablering-af-kompagniskab-i-almen-praksis/
Krøv
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.
Umsóknarfreistin er mikudagin 23. august 2023, kl. 12.00
Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og læknavaktina, kanst tú venda tær til Marjus Dam, kommunulækna tlf. +298 212325, marjus@kl.fo ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara, tlf. +298 614000, pmh@heilsutrygd.fo