Lýsing
Kaféin Fiskastykkið lat upp í 2019, og hevur síðan verið í støðugari menning, við nógvum vitjandi gestum. Í septembur 2022 lótu nýggju hølini Úti á Gjógv upp, og har hevur eisini verið futtur í. Nógvir vitjandi gestir til fundir, í veitslulag og annað. Og í millum allar gestirnar er eisini tíð til ein skjótan kaffiduss og gott prát millum starvsfólkini.
Starvsfólkahópurin er fyltur við góðum lag, trivnaði og góðum samanhaldið, og
hesum partinum kemur tú eisini at hava ábyrgd av.
Talan er um eitt ábyrgdarstarv, har tín uppgáva er at tryggja høgt tænastustøðið og eina framhaldandi menning av staðnum, sum umfevnir kafé'ina Fiskastykkið og hølini Úti á Gjógv. Tú hevur m.a. ábyrgdina av dagligu gongdini, starvsfólkatrivnaði og planlegging av arbeiðsætlanini, sum tú eisini verður ein partur av.
Starvið verður skipað sum eitt samstarv við høvuðsleiðaran. Vit bjóða eitt spennandi starv í einum lívligum umhvørvið í góðum kørmum.
Vit ynskja, at tú ert tænastusinnað/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur hug at geva títt íkast til staðið.
Ert tú tænaralærd/ur, er hetta ein fyrimunur, umframt kunnleika til sosialar miðlar ella marknaðarføring sum heild, men ikki krav.
Umsóknarfreistin er 18. august. Umsóknir kunnu sendast til fiskastykkid@fiskastykkid.fo
Ynskir at frætta nærri, kanst tú venda tær til Beintu á tlf. 253853 ella Jónleyg, høvuðsleiðaran, á tlf. 260305