Landsverk
Útgivið
24. juli 2023
Útgongur
16. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi elektrikara til Virkisdeildina.

Arbeiðsuppgávur
Talan er um sjálvstøðugt arbeiði, sum fevnir um viðlíkahald og umvæling av el-útbúnaði okkara í Hundsarabotni, í Hústoft og á Sundi, eisini el - umvælingar og mekaniskar umvælingar av entreprenørmaskinum og øðrum.

Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin elektrikari, handverkari ella maskinist, við viðkomandi royndum á el - fakinum, og hevur gott tekniskt innlit. Tað er ein fyrimunur um tú eisini hevur royndir við mekaniskum arbeiði, tó er tað ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Sum persónur er tú forvitin og hevur dirvi til at seta teg inní nýggjar. Harafturat vanta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur , dugnaligur og væl skipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Tú verður lærdur upp og settur inn í mannagongdir, ið eru viðkomandi fyri títt arbeiðið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars, verða sambært sáttmálanum ímillum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Fasti arbeiðsstaðurin er á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, men arbeiðsøkið fevnir um alt økið hjá Virkisdeildini.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast okkum, við at trýsta her. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið 16. august 2023.
Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Allan Magnussen, leiðari fyri maskinumsiting, á tlf. 290 725 ella á teldupost alma@lv.fo.

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið