Vestmanna Kommuna
Útgivið
26. juli 2023
Útgongur
14. august 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Við hesum verður søkt eftir gartnara e.l. at hava ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu.

Tann setti kemur at hava yvirskipaðu ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlund, miðstaðarøkjum, kirkjugørðum, gøtum, fríðkan rundanum um bygningar hjá kommununi, umframt at skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum.

Førleikar:
Vit vænta av tær, at tú:

  • ert útbúgvin gartnari, ella hevur drúgvar royndir við tílíkum arbeiði
  • hevur koyrikort til persónbil
  • ert skapandi og hevur eyga fyri at prýða
  • ert røkin og ert arbeiðssom/arbeiðssamur
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella Føroya handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

Bygnaðarliga er starvið skipað undir arbeiðsformanninum.

Meira fæst at vita við at venda sær til Jákup Durhuus, Teknisku deild á 770 105

Skrivlig umsókn, merkt “gartnari”, skal sendast til starv@vestmanna.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadag 14. august 2023 kl. 12.00.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vestmanna kommuna bíðar fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið