Bakkafrost
Útgivið
1. august 2023
Útgongur
1. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú handafim/ur, og kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi? So er starvið sum maskinfólk á framleiðsluvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum nakað fyri teg.

Starvið
Sum partur av tekniska toyminum á framleiðsluvirkinum verður tín fremsta uppgáva at loysa tøkniligar avbjóðingar og hava ábyrgd av viðlíkahaldi av framleiðslumaskinum til tess at tryggja eitt optimalt framleiðslurensl.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur:

  • Vanligt arbeiði við Baader-maskinum, pakkimaskinum og køliútbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og umstillingar av maskinum
  • Skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður í vaktum, og tú verður partur av vaktarskipanini.

Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. maskinsmiður, elektrikari ella líknandi.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar, og tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Andrias Petersen, samtaksstjóra Harvest, á tlf. 23 51 20 (teldupostur anpe@bakkafrost.com) ella Brian Højgaard, tekniskan leiðara, á tlf. 23 52 20.

Umsókn
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin

Umsóknarfreistin er 1. sept 2023. Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.700 starvsfólk (ársverk).

Søk starvið

Aftur til listan

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið