Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
4. august 2023
Útgongur
27. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Søkt verður eftir:

  • Tveimum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 frá 1. oktober 2023.

Arbeiðstíðin fyri skiftandi vaktir og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri lægri brøki.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhuga at arbeiða við fólki við demensi bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  • Koyrikort

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • útbúgving sum demenssamskipara
  • góða innleiðslu
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni innan demensøkið

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðara, telefon 793601 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal sendast til t-post ot@ot.fo. Umsóknarfreist er 27. august 2023.

Líknandi størv

16. februar 2026
9. februar 2026
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið