Roðin økistænastan
Útgivið
8. august 2023
Útgongur
20. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Talan er um eitt starv á starvsbrøki 0,5 svarandi til 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar um dagin og um kvøldið. Harafturat eru nakrar tilkallivaktir um mánaðin. Starvið er til setan frá 1. oktober 2023.

Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima. Endamálið er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Fakligir førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • KT-førleika á brúkarastøði

Fyrimunur um tú hevur drúgvar kliniskar royndir og viðkomandi eftirútbúgving/skeið innan gerontologi, palliatión, sárrøkt ella líknandi.

Persónligir førleikar
Vit vænta at tú hevur góð samstarvsevni, hevur hug at arbeiða og samstarva í einum tvørfakligum toymi, ert arbeiðsom/samur, álítandi og hevur góð evni at miðla sjúkrarøkt.

Vit bjóða tær

  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum.

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til heimatænastuna”

Umsóknarfreistin er 20. august 2023.

Líknandi størv

6. november 2025
24. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið