Tórshavnar Kommuna
Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir eftir varaleiðara við tekniskum førleikum til Svimjihøllina í Gundadali til at byrja 1. november 2023 ella eftir nærri avtalu.
Varaleiðarin hevur ábyrgd av, og skal serliga tryggja tann tekniska partin av rakstrinum. Talan er um eitt starv, har tú kemur at hava stóra ávirkan á dagliga og framtíðar viðlíkahaldið í Svimjihøllini og herundir komandi langhylinum og vælverudeplinum.