Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
10. august 2023
Útgongur
27. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir radiografi til fast starv við 0,8 tíð, til byrjan 1. oktobur 2023, ella eftir nærri avtalu.

Røntgendeildin er ein vælrikin deild, við nýmótans tólum til konventionellar kanningar. Harumframt fremja vit eisini ESWL viðgerðir.

Røntgendeildin samstarvar tætt við kommunulæknar, skaðastovu, skurðdeild og seingjardeild. Eisini hava vit tætt samstarv við røntgendeildina á Landssjúkrahúsinum.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt fakliga spennandi arbeiði við dugnaligum, virknum og fyrikomandi starvsfeløgum.
  • Eitt arbeiðspláss, har vítt er til veggja og rúmd er fyri nýhugsan.
  • Innleiðslu og upplæring við útgangsstøði í fakligum royndum og kvalifikatiónum.

Vit vænta at umsøkjari:

  • setur tørvin hjá sjúklinginum í hásæti
  • er tænastusinnaður og fyrikomandi
  • hevur hugburð sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
  • hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur prógv sum radiografur og danska autorisatión.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hera Olsen, leiðara á røntgendeildini, tlf. 404511/235465, ella við telduposti til heriol@ks.fo

Umsókn, við avriti av prógvi, góðkenning og CV, skal sendast til umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 27. august 2023.

Á heimasíðuni www.ks.fo er meira kunning um Klaksvíkar sjúkrahús.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir, at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið