Landssjúkrahúsið
Útgivið
10. august 2023
Útgongur
31. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tekniska deild á Landssjúkrahúsinum søkir eftir leiðandi handverkara til snikkaradeildina á Landssjúkrahúsinum.

Talan er um eitt fast fulltíðarstarv við starvsbyrjan 01.10.2023 ella eftir avtalu.

Um starvið:
Arbeiðsøkið hjá snikkaradeildini er at tryggja dagliga viðlíkahaldið av bygningunum. Talan er um smærri handverkara- og snikkarauppgávur, umframt fyrifallandi viðlíkahaldsuppgávur á øllum Landssjúkrahúsinum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Smærri uppgávur innan timburarbeiði og umvæling
  • Aðrar fyrifallandi umvælingaruppgávur
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild
  • Umbiðja tilboð og hava eftirlit við hesum

Førleikakrøv:

  • Handverkaraútbúgving innan timbur- ella snikkara yrkið
  • Góðan telduførleika
  • Royndir at arbeiða við digitalari viðlíkahaldsskipan, kann vera ein fyrimunur.

Vit vænta at tú:

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera

Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Ein fakligan mennandi gerandisdag, í einum eitt fjølbroyttum og vinarligum arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 234539, teldupost saebni@ls.fo

Umsóknarfreistin er 31.08.2023.

Vinaliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

9. februar 2026
Elektrikari til ELFO   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026
9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið