Lýsing
Eitt trýára PhD starv í havfrøði er leyst at søkja á Havstovuni (HAV - www.hav.fo) í samstarvi við Danmarks Meteorologiske Institut (DMI - www.dmi.dk). Phd starvið er partur av verkætlanini “The Atlantic Meridional Overturning Circulation in the waters surrounding the Faroes” (Faroe-AMOC), sum er fíggjað av Granskingarráðnum (https://www.gransking.fo) og Nationalt Center for Klimaforskning á DMI. Tann, ið fær starvið, verður innskrivaður til PhD lestur á Fróðskaparsetri Føroya (https://www.setur.fo).
Starvið verður sett frá 1. oktobur 2023 ella seinni.
Bakgrund
Í verkætlanini Faroe-AMOC verður dentur lagdur á rákið av heitum og køldum sjógvi millum Norðuratlantshav og Arktis, og ávirkanina, sum hesir týdningarmiklu streymar hava á veðurlagið um okkara leiðir. Føroyar liggja á Grønlands-Skotlandsrygginum, sum avmarkar bæði heitum Atlantssjógvi í teimum ovaru løgunum at ferðast norðureftir og køldum yvirflotssjógvi í teimum djúpu løgunum at ferðast suðureftir. Rákið av Atlantssjógvi og yvirflotssjógvi eru partar av termohalina rákinum (á enskum stytt AMOC), sum førir heitan sjógv móti Arktis. Sambært flestu veðurlagsmodellunum væntast termohalina rákið at vikna í hesi øldini, men stór óvissa er um hendan norðara partin. Um týðandi broytingar verða í hesum ráki, fer tað væntandi at ávirka varmaflutningin móti Arktis og hetta kann hava stóra ávirkan á vistskipanir um okkara leiðir. Vitanin um framtíðar broytingar er tó avmarkað av vantandi neyvleika í veðurlagsmodellunum. Í seinastuni hevur tað verið stór menning í at leggja smærri neyvari model inní tey stóru modellini, og hetta leggur lunnar undir betri vitan grundað á modellir. Í Faroe-AMOC verður alt økið millum Ísland og Skotland greinað, men dentur verður lagdur á Íslandsryggin. Úrslit frá verandi modellum verða nýtt saman við mátingum seinastu tjúgu árini at greina sínámillum ávirkan millum rákini av heitum og køldum sjógvi, umframt broytingar í eitt nú hita og saltinnihaldi og hvussu modellini rokna rákið.
Verkætlanin byggir á undanfarið verkætlanarsamstarv millum HAV og DMI. Hetta samstarv hevur serliga verið um Íslandsryggin, har HAV hevur gjørt ymsar mátingar ímeðan DMI hevur ment neyvari modell fyri Íslandsryggin, ið eru sonevnd “eddy-resolving” og við at leggja hesi inn í stór model (nevnd “nesting”). Í verkætlanini verður eisini samstarvað við aðrar viðkomandi verkætlanir í Føroyum, eins og altjóða verkætlanir (eitt nú EU-verkætlanina ObsSea4Clim, sum HAV luttekur í). Góðir møguleikar verða fyri samstarvi og samvirkan við granskarar í felagsskapunum NCKF og ASOF.
Høvuðsendamál
At menna okkara fatan av sínámillum ávirkanini millum rákið av heitum sjógvi móti Arktis og rákið av køldum sjógvi í dýpinum. Hesi eru bæði partar av termohalina rákinum millum Ísland og Skotland, men dentur verður lagdur á Íslandsryggin. Sínámillum ávirkan millum streymar og broytingar av sjónum í økinum eru sannlíkt týdningarmiklar tilgongdir, sum eru viðkomandi fyri stabilitet og viðkvæmi á tí termohalina rákinum, eisini longur suðuri í Atlantshavi. PhD studenturin fer at samantvinna data frá verandi modellum við data frá mátingum fyri at nágreina hvussu sínámillum ávirkanin broytir rákið og hvussu tað kann ávirka framtíðar klimabroytingar.
Mannagongd
Í samstarvi við verkætlanarluttakararnar fer PhD studenturin at greina eldri og nýggj oceanografisk data frá økinum millum Ísland og Skotland, eins og onnur tøk data, íroknað data frá fylgissveinum. Mátingarnar verða samanbornar við modelldata frá DMI (NEMO ocean model, version 4). Studenturin kann eisini sniðgeva og útinna ymsar modell royndir fyri at undirbyggja úrslit ella kanna hypotesur.
Hvørjum leita vit eftir?
Til hesa verkætlanina leita vit eftir einum studenti, sum hevur góðan kunnleika til fysik og/ella matematikk og sum hevur:
- góðar telduførleikar og royndir við víðkaðari data greining, íroknað nýtslu av hagfrøði amboðum
- royndir við forritan í Matlab, Python ella líknandi forritum til greining av data
- áhuga í náttúruvísindi og klima gransking
- góðan kunnleika til enskt mál, bæði í skrift og talu
- góð samstarvsevnir og socialar førleikar
Vit bjóða
Havstovan og Danmarks Meteorologiske Institut eru leiðandi stovnar innan máting og modellering av havfrøði og havklima í Norðuratlantshavi. Báðir stovnar eru viðurkendir fyri teirra gransking, útbúgving, menning og vísindaligu rágeving. Vit bjóða eitt lønandi og avbjóðandi starv í altjóða umhvørvi. Studenturin verður settur í starv og hevur høvuðsstarvsstað á Havstovuni og fer eisini at hava arbeiðsuppihaldi á DMI í Keypmannahavn. Tað verður viðmælt og væntað, at studenturin luttekur í altjóða fundum og rástevnum. Vit miðja eftir akademiskari góðsku í einum umhvørvi, sum er merkt av sínámillum virðing og akademiskum frælsi merkt av ábyrgd.
Verkætlanin fer at førleikmenna studendin innan havfrøði, havfrøðimátingum og numeriskari havmodellering. Studenturin verður upplærdur í at handfara data og at greina stór havfrøðilig dataset og at útinna model royndir við havmodellinum NEMO ella klima modellinum EC-Earth, sum er tøkt á DMI. Tað verður væntað av studentinum, at hon/hann fer við á hydrografitúr við Jákup Sverra.
Saman við verkætlanarluttakarunum/vegleiðarunum fær studenturin møguleika til at menna eitt breitt altjóða netverk innan havmodellering og havklima. Studenturin fer eisini at luttaka í granskingartiltøkum og -kjaki á stovnunum. Studenturin verður stuðlaður í at skriva og almannakunngera vísindaligar greinar í verkætlanartíðini.
Góðkenning og innskriving
Fyri at verða skikkaður til PhD starvið má umsøkjarin hava eina útbúgving, sum er samsvarandi einari føroyskari/donskari master útbúgving (180 ECTS/3 FTE BSc + 120 ECTS/2 FTE MSc). Master útbúgvingin eigur at verða innan sama evni, sum verkætlanin, t.d. havfrøði, geofysikk, fysikk ella matematikk.
Studenturin verður innskrivaður til PhD lesnað á Fróðskaparsetri Føroya. Høvuðsvegleiðarar verða Dr. Karin Margretha H. Larsen (HAV) og Dr. Steffen M. Olsen (DMI).
Løn og starvssetan
Starvssetanin verður eftir avtaluni millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya (íroknað eftirløn) galdandi fyri PhD lesnað. Starvið er fulla tíð í ímesta lagi trý ár.
Starvsbyrjan verður avtalað sínámillum við setta studentin. Ynskiligt er at studenturin byrjar á heysti 2023.
PhD studenturin hevur starvsstað á Havstovuni, men fer at hava longri arbeiðsuppihald á DMI. Tað verður væntað, at studenturin hevur bústað í Føroyum í starvstíðini.
Ábyrgd og uppgávur hjá studentinum í PhD verkætlanini
- Gera óhefta gransking við vegleiðing og í samstarvi við verkætlanarluttakararnar
- Fullfíggja PhD skeið svarandi til umleið 30 ECTS / ½ FTE
- Luttaka í aktivum granskingar umhvørvi, íroknað arbeiðisvitjanir á DMI
- Undirvísa og útbreiða vitan
- Skriva vísindaligar greinir ætlaðar høgt virdum vísindaligum tíðarritum
- Skriva og verja eina PhD ritgerð, sum er bygd á arbeiði í verkætlanini
Meira kunning
Meiria kunning fæst við at venda sær til Dr. Karin Margretha H. Larsen, havfrøðingur og deildarleiðari á HAV, karinl@hav.fo, or Dr. Steffen M. Olsen, havfrøðingur og senior ráðgevi á Nationalt Center for Klimaforksning, DMI, smo@dmi.dk.
Umsóknin
Umsóknir verða at senda elektroniskt í seinasta lagi tann 15. septembur 2023 kl. 12:00 (føroyska tíð).
Umsóknir skulu sendast til karinl@hav.fo
Umsóknir skulu sendast sum ein samlað PDF fíla, sum inniheldur at tilfar, sum støða skal takast til. Fílan má innihalda:
- Eitt grundgevandi skriv (cover letter)
- Curriculum vitae
- Útskriftir av BSc/MSc próvtølum og próvbrøvum
- Viðmælisskriv
Til ber at søkja starvið áðrenn endaðan master lesnað, men einans í serligum førum loyvir Fróðskaparsetur Føroya at innskriving kann fara fram áðrenn master próvbræv er góðkent.
Allir áhugaðir umsøkjarar verða eggjað/ir til at søkja uttan mun til aldur, kyn, fólkaslag, avlamni, átrúna ella etniska bakgrund.