Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
21. august 2023
Útgongur
4. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú kanst tú søkja eitt spennandi fulltíðarstarv sum varaleiðari í Klaksvíkar Sløkkiliði. Klaksvíkar Sløkkilið er ein interkommunalur stovnur, sum rekur alla kommunala tilbúgving í Norðoyggjum. Sløkkiliðið verður stjørna av einari tilbúgvingarnevnd. Í nevndini eru allir borgarstjórarnir í økinum limir, umframt eitt umboð fyri fútan og tilbúgvingarleiðarin. Fyri at menna og styrkja hetta samstarv verður nú søkt eftir varaleiðara.

Arbeiðsinnihald:
Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar og fevna um alt vanligt sløkkiliðsarbeiði, brunafyribyrgjandi uppgávur og bjargingaruppgávur. Sum varaleiðari ert tú eisini partur av eini døgnvakt skipan.

Tú kemur at:
• Taka við leiðsluni, tá ið leiðarinum bertst frá
• Hava viðlíkahald av tekniskari útgerð
• Skipa fyri venjingum
• Skipa fyri skeiðum/undirvísing fyri stovnum og øðrum
• Luttaka á átaksleiðaravaktum
• Hava eftirlit av ymiskum slagi og mangt annað

Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
• Er tænastusinnað og ábyrgdarfult
• Tolir at arbeiða undir trýsti
• Er fyrikomandi og jaligt
• Hevur góð evni at samstarva og samskipa tvørtur um fakøki

Vit vænta at tú hevur:
• Prógv sum sløkkiliðsfólk frá góðkendum skúla ella vilt fara undir hesa útbúgving
• Kanst vera á støðini í Klaksvík innan 5 minuttir.
• Handverksliga ella líknandi útbúgving
• Stórt koyrikort
• Førleikar at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
• Nøktandi heilsuváttan fyri roykkavarar.

Tú skalt vera sinnaður at taka liðleiðaraprógv og átaksleiðaraprógv frá góðkendum skúla. Hetta kann takast eftirfylgjandi, tó innan 2 ár.

Setanarviðurskifti:
Starvið, sum er fulla tíð, verður sett smb. sáttmála millum KAF og Føroya Handverkarafelag, ella KAF og Starvsfelagið, lønarflokkur 4. Arbeiðstíðin er gerandisdagar ímillum kl. 08.00 og 17.00, tó kann í ávísum tíðarbilum verða nakað av arbeiði í vikuskiftum og um kvøldarnar. Harumframt verður tú eisini partur av døgnvakt skipan fyri sløkkiliðsfólk.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Finn Hansen, tilbúgvingarleiðara, á telefon 280112.

Umsókn:
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 04.09.2023.
Setanarsamrøður verða í viku 36/37.
Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Varaleiðari til Klaksvíkar Sløkkilið

Klaksvíkar sløkkilið var stovnað í 1950, í dag fevnir arbeiði um alla kommunala tilbúgving í norðoyggjum. Tað eru áleið 24 fólk knýtt at sløkkiliðnum, umframt staðbundin fólk á útoyggj.

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið