FT Samskifti
Útgivið
22. august 2023
Útgongur
10. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú seta bæði starvsfólk og kundar í miðdepilin? Vit hava fimm Telebúðir runt landið, og vit bjóða tær spennandi møguleikan at standa á odda fyri Telebúðunum í SMS og Hoyvík.

Telebúðirnar eru karmar um sølu og ráðgeving av tøkniligum samskiftistólum og heildartænastum av vørum og tænastum til bæði privat- og vinnukundar.

Samanlagt átta dugnalig starvsfólk arbeiða í Telebúðunum í SMS og Hoyvík, og sum leiðari verður tú partur av yvirskipaða bólkaleiðaratoyminum fyri Telebúðirnar runt landið; eitt toymi, ið byggir á álit, sparring og vitan.

 

Starvsinnihald
Sum leiðari hevur tú leiðsluna av handlunum og gongur á odda, so at handlarnir altíð veita góðar heildarupplivingar fyri hvønn einstaka kunda. Saman við yvirskipaða leiðaranum er tað tín ábyrgd at tryggja, at starvsfólk trívast, og at økið verður áhaldandi ment.

Tú hevur møguleika at vegleiða og sparra við bólkaleiðaratoymið og á tann hátt skapa enn betri møguleikar fyri at leiða, býta og raðfesta arbeiðsøki og mál fyri økið.

Sum leiðari verður tú partur av starvsfólkahópinum og hevur skiftandi arbeiðsdagar ávikavist í SMS og høvuðssætinum í Hoyvík. Arbeiðsdagurin er skiftandi handilstíðir, sum koyra eftir rullandi vikuætlan.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi royndir og útbúgving innan sølu, tænastu ella leiðslu. Telebúðirnar eru andlitið úteftir og hava nógv tvørgangandi samstarv innanhýsis í samtakinum. Tí er eitt grundleggjandi krav, at tú altíð setir starvsfólk og kundan í miðdepilin og leggur dent á greitt og gott samskifti og samstarv.

 

Umsókn og setanartreytir
Til ber at hoyra meira um starvið til møguliga samrøðu. Freistin at søkja starvið er sunnudagin 10. september 2023, og starvsbyrjan er skjótast gjørligt. Løn verður ásett við støði í viðkomandi sáttmála, og arbeiðsstaðurin er hálva tíð í SMS og hálva tíð í Hoyvík.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kristinu Mouritsen, leiðara fyri allar Telebúðirnar, á kmo@ft.fo ella 24 33 73. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo ella tel. 24 30 09.

Søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið