Tjaldurs Apotek
Útgivið
23. august 2023
Útgongur
14. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tjaldurs Apotek í Havn søkir farmaseut at taka við hin 1. september. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár – ella eftir nærri avtalu.

Tínar arbeiðsuppgávur
Tú kemur at avgreiða læknaávísingar og at standa við diskin úti í handlinum. Harafturat verður tú við í vaktarskipanini, tá ið tørvur er á tí.

Vit vænta, at

  • Tú brennir fyri tínum yrki.
  • Tú dugir við fólki og veit, hvussu man veitir eina góða tænastu.
  • Tær dámar væl at samstarva og trívist í einum arbeiðstoymi.
  • Tú tímir at átaka tær skiftandi uppgávur.

 

Vit kunnu bjóða tær

  • Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
  • Fittar og fryntligar starvsfelagar.

 Umsókn
Send eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til okkara her.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við apotekara Petur Oluf Joensen á poj@apotek.fo, deildarleiðara Ragnar Stakksund á ragnars@apotek.fo ella deildarleiðara Beintu Joensen á beinta@apotek.fo. Tú kanst eisini ringja til okkara á 40 40 40.

Freistin at søkja er 14.09.2023.

 

Um Tjaldurs Apotek
Vit eru umleið 65 fólk, sum starvast á Tjaldurs Apoteki. Vit taka okkum av hvørt av sínum so sum at lata heilivág til alla Streymoynna, bygdirnar í Sundalagnum, Vágarnar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoynna og Stóru Dímun, svarandi til uml. 30.000 fólk (2018). Harumframt veita vit tænastu til Landssjúkrahúsið, 16 kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, 10  djóraheilivágsgoymslur, 6 humanar heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim og eldrasambýli og sambýli fyri menningartarnað. Eisini senda vit 100-150 pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar. Síðst, men ikki minst, avgreiða vit 900 nøgdar kundar hvønn dag beinleiðis um diskin, og av teimum eru 450 forskriftaavgreiðslur, og restin er handkeypsvøra.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið