Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Útgivið
28. august 2023
Útgongur
17. september 2023
Staður
Norðuri á Heyggi 3, FO-176 Velbastaður, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
annika@heilbrigdi.fo

Lýsing

Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað søkir eftir náttarvakt til fast starv at arbeiða aðruhvørja viku.

Um Heilbrigdi:
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur viðgjørt rúsevnismisnýtarar sambært 12 stiga skránni hjá AA – eisini kallað Minnesota viðgerðin

Lýsing:
Sum náttarvakt á Heilbrigdi kemur tú at starvast við sjúklingum, sum eru undir avrúsing eins og teimum, ið eru liðugt avrúsaðir og farnir í grundviðgerð

Vit vænta, at umsøkjarin:

  • hevur hug og hegni at arbeiða við misnýtarum
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði starvsfelagar,
    misnýtarar og hevur góð samstarvsevni
  • hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á stovninum
  • hevur innlit í virksemi á misnýtsluøkinum
  • fólk við heilsufakligari útbúgving sum t.d. heilsurøktaraútbúgving hava fyrimun
  • reina revsiváttan

Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið gevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Talan er um eitt náttarvaktstarv á 63 tímar aðruhvørja viku

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. Oktober 2023 ella so skjótt tað er gjørligt

Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki søkir.

Umsókn verður at senda til:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Norðuri á Heyggi 3
FO-176 Velbastaður
Att.: Annika Holm, stovnsleiðara

ella teldupost: annika@heilbrigdi.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast 17. september 2023

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm á telefon 580379

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið