Almannaverkið
Lýsing
Talan er um føst størv fulla tíð og niðursetta tíð og eitt farloyvisstarv. Farloyvisstarvið er fram til 01.01.2024. Eisini verður søkt eftir avloysarum og fólki at arbeiða 3. hvørt vikuskifti.
Fyri øll størvini er galdandi, at arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðið er á Eirargarði 16B í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Á sambýlinum búgva 10 fólk við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt.