P/F ArtiCon
Útgivið
29. august 2023
Útgongur
8. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kranabilførari til ArtiCon at byrja skjótast gjørligt.

Vit leita eftir einum kranabilførara til ein av okkara kranabilum. Sum kranabilførari kemur tú at hava eina týðandi uppgávu í fyritøkuni. Tú kemur at luttaka í størri og smærri byggiuppgávum, sum felagið hevur og fær í framtíðini.

Arbeiðsøki
Sum kranabilførari kemur tú at arbeiða í einum fjølbroyttum umhvørvi ymsastaðni kring landið.

Tína vangamynd
Tað er umráðandi, at tú er arbeiðssamur, røkin, álítandi, fleksibul, hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Tað er neyðugt, at tú hevur royndir sum kranførari og koyring við trailara. Tú hevur stóra koyrikortið (C), trailarakoyrikort, og skeiðini Krana D (8-25TM) og Krana E (yvir 25 TM).
Vit bjóða

Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Robert Gardar, útbúnaðarleiðari, á telefon 286168.

Umsókn
Freistin at søkja starvið er 8. september 2023. Tú søkir starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeið-um umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið