Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til B7 at byrja 1. Oktober ella skjótast gjørligt. Talan er um tvey føst størv, á brøk 0,8 í blandaðum vaktum. Møguleiki er fyri hægri brøki.
B7 er partur av medisinska deplinum, og er høvuðssergreinin neurologi. Á B7 verður tikið í móti akuttum sjúklingum við apopleksi, elektivum, ambulantum og øðrum nerurologiskum sjúkum sum m.a. Sklerosa, Parkinson, ALS og Epilepsi. Umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar. B7 hevur 10 seingjarpláss. 2 akut pláss og 8 apopleksi endurvenjingarpláss.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini.
Ein partur av arbeiðsuppgávunum er yvirflytingin í H-bygningin. Ætlandi flyta vit í H-bygningin innan leingi, og tí verða væntandi broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering av lýstu størvunum. Við flyting í H-bygningin verður arbeitt 3. hvørt vikuskifti.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru:
- Akut sjúkrarøkt til apoplekssjúklingar
- Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Vit leggja dent á:
- at tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- at tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
- at tú hevur fakligan áhuga innan økið
- at tú hevur góðan telduforleika
- at tú hevur viljan og evni at brúka reflektión sum lið í menningini
- at tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar
Vit kunna bjóða:
- innleiðslu og upplæring inn sergreinar á deildini
- eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- tvørfakligt og gevandi samstarv
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin funktiónsleiðara á B7, tlf. 304500 lokal 6067 ella á t-post elihj@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 16. september 2023.
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.