NET
Útgivið
30. august 2023
Útgongur
11. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur  gott handalag, og vilt  vera partur av fjølbroytta starvsfólkahópinum á NET? Vit sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum handverkara til tíðaravmarkað starv við møguleika fyri føstum starvi á Byggideildini.

Byggideildin rekur og røkir allar bygningarnar hjá Føroya Tele-samtakinum. Bygningarnir, sum eru um 150 í tali, eru alt frá skrivstovu- og goymslubygningar og til tøknihús og Telebúðir. Á Byggideildini starvast níggju starvfólk; harav tveir handverkarar, sum eru útlærdir timburmenn.

Starvið sum handverkari fevnir um fjølbroyttar innan- og uttandurauppgávur, sum hava við sær vanligt viðlíkahaldsarbeiði og at tryggja, at umhvørvið kring bygningarnar er snøgt og væl røkt.

Yvirskipað eru arbeiðsuppgávurnar at gera smærri umvælingar, viðlíkahalda innan- og uttandura, praktiskt viðurskifti í sambandi við tiltøk, at burturbeina rusk og at røkja uttanduraøkini; herundir at sláa gras vm.

Um teg
Rætti umsøkjarin hevur góð handalig evni, hevur eyga fyri smálutum og er forvirkin at loysa uppgávur. Vit ímynda okkum, at umsøkjarin er røkin í arbeiðinum, hevur góð samstarvsevni og arbeiðir væl sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur handaliga útbúgving. Koyrikort er eitt krav.

Starvs- og lønarviðurskifti
Uppmøtingarstaður er í Klingruni, høvuðssætinum í Hoyvík, men starvsøkið er um alt landið. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár og verður sett skjótast møguligt. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele- samtakið.

Umsókn og freist
Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. september 2023, og tú kanst søkja starvið her

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Brian Rasmussen, deildarleiðara á Byggideildini, á tel. 243651 ella t-post bra@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á tel. 303030.

Um NET
NET er partur av Føroya Tele-samtakinum. 56 starvsfólk starvast á NET, sum hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík, men virksemi kring alt landið. Sama hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt, tí vit vita, at tað eru góðu starvsfólkini, sum syrgja fyri, at øll eru bundin saman.

Ábyrgdarøkið hjá Byggideildini er fjøltáttað og fevnir eitt nú um rakstur og viðlíkahald av bygningum og uttanduraøkjum, brandtrygdarskipanir og el-installatiónir. No-break og short-break, HVS og køling, montering av tekniskari útgerð og reingerð og kantinurakstur.

Les um NET her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið