Vága Kommuna
Útgivið
31. august 2023
Útgongur
15. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.

Visjónin fyri Vága kommunu er at vera framfýsin og fevnandi. Tað er umráðandi fyri kommununa, at tað eru tryggir og góðir karmar fyri tað unga ættarliðið, og at bjóða verður eitt fjølbroytt dagstovnatilboð. Vit søkja nú eftir námsfrøðingum og avloysarum til dagstovnin Miðgarð í Miðvági.

Fakliga støðið á stovninum er høgt og er í støðugari menning, og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini. Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini fyri at tryggja, at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking. Okkara arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnaáskoðan.

Vit hava niðurskrivað uppgávubýtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu. Tú fært ein mentor, sum skal tryggja tær eina góða byrjan har tú fær innlit og vegleiðing um hvussu vit arbeiða í Miðgarði. Hetta merkir, at tú kemur ikki at standa einsamallur, men verður stuðlaður og vegleiddur í tínum arbeiði og fakpersónligu menning. Okkum dámar eisini væl at vera spontan og at hugsa stórt.

Stovutoymini arbeiða sjálvleiðandi, við støðið í námsfrøðiligum tiltøkum, ið vit sjálvi hava ment, og eisini ognartikið uttanífrá. Hesi ber til at lesa meira um á heimasíðuni hjá Miðgarði.

 

Útbúgving og almenn krøv

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur
  • Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir
  • Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag
  • Góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvið millum foreldur, børn og starvsfelagar
  • Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin
  • At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

 

Um tú verður partur av okkara toymi, kemur tú at arbeiða saman við 40 nærløgdum starvsfólkum har av 21 námsfrøðingum, sum tryggja at øll starvsfólkini arbeiða námsfrøðiligt.

Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Umsókn
Søk her við at senda umsókn saman við prógvum, lívrensl og møguligum viðmælum, ella við at senda til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Ella sum teldupost til vaga@vaga.fo. Viðmerk “Umsókn”.

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15 sept. 2023.

Meira kunning

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara á tlf. 794520.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið