Landssjúkrahúsið
Útgivið
1. september 2023
Útgongur
17. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum ábyrgdarfullum og arbeiðssomum dagligum leiðara at byrja 1. oktober 2023.

Kafein er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og fert tú saman við leiðaranum í Køkinum, at hava dagligu ábyrgdina av Kafeini.

Um starvið:
Høvuðsuppgávurnar eru m.a. vaktplanlegging, innkeyp av vøru, søla, klárgerð av mati, fremja innaneftirlit og aðrar dagligar uppgávur, ið eru partur av arbeiðinum í kafeini. Upplæring innan økið verður við starvsbyrjan.

Talan er um fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin er gerandisdagar millum kl 8.00-16.00. Kvøld- og vikuskiftisvaktir kunnu koma fyri. Í sambandi við, at Køkurin á Landssjúkrahúsinum flytur í H-bygningin, kann roknast við broytingum í arbeiðstíðunum og arbeiðsuppgávunum í kafeini.

Um teg:

  • tú gongur høgt upp í kundatænastu
  • tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi
  • tú dugir at taka ábyrgd og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
  • tú tolir broytingar í arbeiðinum
  • tú hevur kunnleika til KT

Vit bjóða:

  • ávirkan á menningina av tænastum hjá Kafeini
  • felags innleiðsla fyri starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum
  • eitt fjølbroytt og virkið arbeiðspláss, saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Havnar arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Kafein er staðsett í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Dagligi leiðarin í kafeini vísir til leiðaran í høvuðskøkinum.

Umsóknarfreistin er 17. september 2023

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið