Strandfaraskip Landsins
Útgivið
4. september 2023
Útgongur
17. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir trimum ágrýtnum og fyrikomandi cateringfólkum, at byrja í starvi 1.oktober 2023.

Um starvið
Talan er um tvey fulltíðarstørv, har annað starvið er tíðaravmarkað til eitt ár, og eitt starv við 0,667 arbeiðsbrøki. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli. Arbeiðstíðin fyri fulltíðarstarvið er eina viku umborð og eina viku frí. Arbeiðstíðin fyri 0,667 brøk er eina viku umborð og tvær vikur frí. Dagliga farleiðin hjá Smyrli er millum Tvøroyri og Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.

Starvið fevnir um alt vanligt kafeteria- og kioskarbeiði, harumframt reingerð og viðlíkahald. Tað er m.a. uppreiðing, viðlíkahald og reingerð av ábyrgdarøkjum á skipinum, uppfylling av vøru og annað fyrifallandi arbeiði. Tú skalt eisini veita okkara ferðafólkum eina góða tænastu.

 Sum cateringfólk vænta vit at tú hevur:

  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

Onnur viðkomandi krøv, at tú:

  • Tryggjar eitt høgt reinførisstøði, bæði innan matgerð og ferðafólkaøkir.
  • Hevur seragóðan røkjuskap
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, eins og í toymi
  • Trívist í einum starvi, sum til tíðir krevur kvikleika
  • Ert tænastusinnað/ur, smílandi og fyrikomandi
  • Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella á donskum og enskum

 Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6.

Umsóknarfreistin er 17. september 2023 á miðnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tænastuleiðarar á tlf. +298 293046, ella teldupost smyril.catering@ssl.fo.

 

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandferðslan er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, eisini nevnd SSL, er ásett við lóg, og tað er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í vikuni, frá morgni til myrkurs, tvs eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

SSL umsitur íalt 32 farleiðir, harav níggju oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar farleiðir eru níggju ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2022 var útivið 1,2 milliónir, Av hesum brúktu útivið 700 túsund ferðafólk ferjurnar og 500 túsund ferðafólk bussarnar. Flutt blivu 185 túsund akfør. Starvsfólkahópurin hjá SSL er umleið 200 fólk. Fyrisitingin er skipað í fimm deildir: Fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri. Sett er út í kortið at endurnýggja ferjurnar hjá SSL, og arbeiðið er í gongd.

Søk starvið 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið