VEKS
Útgivið
5. september 2023
Útgongur
15. september 2023
Staður
Bakkavegur 59, FO-350 Vestmanna, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
veks@veks.fo

Lýsing

Søkt verður eftir:
Deildarleiðara til Korndalsbýlið á Eiði og heimatænastuna í økinum

Starvsbrøk 1,0

VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.

Í VEKS ynskja vit at veita somu tænastu til sama tørv. Vit ynskja at møta borgaranum, har hann er á lívsleið síni; at stimbra likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at borgarin  varðveitir eini góð og innihaldsrík ellisár í egnum heimi.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi teirra.

ARBEIÐSUPPGÁVUR:

  • At mynda og dagføra sjúkrarøktar- og røktartænastur.
  • At tryggja trivna og fakliga menning
  • At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi

FØRLEIKAKRØV:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur e.l.
  • Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga
  • KT- førleika á brúkarastøði
  • Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið hevur tilvísing til eindarleiðaran.

Starvið verður at seta pr. 1. oktober 2023 ella eftir nærri avtalu; og verður lønt á stig 9 í galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og við-merkjast “ Deildarleiðari til Korndalsbýlið á Eiði og heimatænastuna í økinum”.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin tann 15. september 2023 kl. 12

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helfrid Poulsen, eindarleiðara tlf. 793259 ella við telduposti til helfridp@veks.fo.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið