Lýsing
Ergo- og Fysioterapideildin á Landssjúkahúsinum hevur trý størv leys at søkja.
Eitt tíðaravmarkað starv frá 01.10.23 – 31.08.24 í starvsbrøki 0,875 (35 tímar) ella eftir nærri avtalu.
Eitt tíðaravmarkað starv frá 01.10.23 – 28.02.24 í starvsbrøki 1,0 (40 tímar) ella eftir nærri avtalu.
Eitt farloyvisstarv frá 01.10.23 – 30.09.24 í starvsbrøki 0,875 (35 tímar) ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Skurðtoymið
Farloyvisstarv frá 01.10.23 – 30.09.24 í starvsbrøki 0,875 (35 tímar)
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja skurð sjúklingar. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.
Í skurð toyminum eru 4 fysioterapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.