Lýsing
Um størvini
Tvey størv 30 tímar vikuna ar byrja 01.11.2023 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum ímillum kl. 11.00 og kl. 17.00.
Eisini verður søkt eftir fólki at avloysa í sambandi við sjúku, feriu, avspáking, skeiðum og øðrum.
Uppgávur
Frítíðartilboðið er í høvuðsheitinum til børn og ung frá 3. flokki til 10. flokk og sum hava autismu og ella menningartarn. Í einum námsfrøðiligum umhvørvi virka vit fyri, at børnini og tey ungu fáa ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum
Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag. Arbeitt verður við at styrkja og stuðla børnini og tey ungu í sosialum leiðreglum, soleiðis at tey kunnu mennast og virka í felagsskapi og gerast meira sjálvbjargin.
Vit arbeiða eftir ávísum námsfrøðiligum leisti og taka støði í einstaka, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast. Í frítíðartilboðnum er skráin fjølbroytt. Børnini gera ymisk ítriv, t.d. mála, tekna, spæla spøl, lesa søgur og annað, sum mennir motoriskar og bókligar førleikar.
Harumframt er uppgávan at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera og lívsvirði eru í hásæti. Vit menna og eftirmeta námsfrøðiligar virkisætlanir og geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, samstundis sum atlit verður tikið til, hvat borgarin megnar. Uppgávan er somuleiðis at hava samstarv við tey avvarðandi hjá borgarunum.