Almannaverkið
Útgivið
12. september 2023
Útgongur
25. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

...hjá fólkum, ið búgva í Sambýlinum Smærugøta í Havn.

Um starvið

  • Eitt farloyvisstarv 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu og fyribils til 30.06.2024. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í stóran mun í samdøgursvaktum. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.
  • Søkt verður eisini eftir fólki at avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu, skeið o.ø.

Arbeiðsuppgávur
Sambýlið í Smærugøtu 29 í Havn hoyrir til eindina Menningartarn í Trivnaðardeplinum, sum veitir tænastur til ung og vaksin við menningartarni. Í sambýlinum búgva fimm borgarar við menningartarni og sálarligum avbjóðingum.
Starvsfólkini arbeiða miðvíst við, at búfólkini fáa møguleika at mennast, tá tað snýr seg um at gerast sjálvbjargin, at siga sína hugsan, koma við ynskjum og at samskifta hvørt við annað.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfakligt samstarv við t.d. arbeiðspláss.

Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum búfólk og starvsfólk. Vit stuðla og vegleiða búfólkunum í persónligum viðurskiftum og teimum avbjóðingum, sum tey kunnu møta í gerandisdegnum.

Í námsfrøðiliga arbeiðinum leggja vit dent á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, menning og sjálvbjargni.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið