Hvannasunds kommuna
Útgivið
20. september 2023
Útgongur
7. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Barnahúsið Imba er opið frá klokkan 7.30 til 16.30.
Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla.

Størvini,  vit søkja eftir eru:
• Endurlýsing námsfrøðing til 35 tíma viku, í barnagarðsstovu, at byrja 16. oktober 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður. Um tímarnir eru ov nógvir ella ov fáair kunnu vit hyggja uppá tað.

  • Endurlýsingnámsfrøðing til 34 tíma viku, í barnagarðsstovu, børn 3 og 4 ár, at byrja 16. oktober 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður. Um tímarnir eru ov nógvir ella ov fáair kunnu vit hyggja uppá tað.
  • Endurlýsingnámsfrøðing til 35 tíma viku, í vøggustovu, at byrja 16. oktober 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður. Um tímarnir eru ov nógvir ella ov fáair kunnu vit hyggja uppá tað.
  • Námsfrøðingtil 26 tíma viku, í frítíðarskúla, at byrja 16. oktober 2023, tímarnir liggja frá áleið 11.15 til allan seinnapartin. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

  • Erjaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
  • Hevurhug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
  • Ersjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
  • Særmøguleikar fram um forðingar.

Fysisku karmarnir,  vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA:
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 07. oktober 2023, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Líknandi størv

12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið