Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
21. september 2023
Útgongur
16. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • Tveimum heilsuhjálparum á starvsbrøki 0,75 frá 1. desembur 2023 ella skjótast gjørligt.
  • Einum heilsuhjálparar í kvøldvakt á starvsbrøki 0,875 frá 1. desember ella skjótast gjørligt

Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 6-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Prógv sum heilsuhjálpari.
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  • Koyrikort

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Vit bjóða

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • góða innleiðslu
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind, hetta inniber at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðari, telefon 793601 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo.

Umsóknarfreist 16. oktober 2023

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið