Lýsing
Føroyamálsdeildin søkir eftir hjálparritstjóra til Føroyska orðabók (Móðurmálsorðabókina) at arbeiða hálva tíð.
Starvsøki
Føroyska orðabókin byggir á drúgt innsavningararbeiði og drúgva málfrøðiliga gransking. Síðan orðabókin kom út í 1998, hevur hon verið ritstjórnað av málfrøðingum á Føroyamálsdeildini. Í dag er orðabókin tøk á heimasíðu Sprotans. Føroyska orðabókin skjalfestir okkara móðurmál og er støði undir øðrum orðabókum.
Tínar høvuðsuppgávur vera at:
- dagføra og menna orðabókina við m.a. at leggja nýggj orð, lýsingar og dømi inn í skipanina
- taka ímóti viðmerkingum frá brúkarum
- dagføra bendingarskipanina
- í samstarvi við avvarðandi partar at fáa til vega neyðug máltøknilig hjálparamboð
Fyrsta tíðin verður í tøttum samstarvi við verandi høvuðsritstjóra og seinni eina ritstjórnarnevnd.
Førleikar
Fyri at røkja starvið er neyðugt, at tú hevur góðan málfrøðiligan kunnleika og MA-prógv í føroyskum og harumframt góð samstarvsevni og sjálvstøðugt arbeiðslag. Studentar, sum vænta at fáa MA-prógv um stutta tíð, kunnu eisini søkja.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við orðabókaarbeiði ella hevur ástøðiligan kunnleika um orðabókafrøði.
Setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og Akademikarafelag Føroya.
Starvið verður sett 15. oktober 2023 ella eftir avtalu.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreist er 5. oktober 2023
Umsókn
Umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skal sendast her.
Nærri upplýsingar
Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan í Lon Jacobsen, professara og høvuðsritstjóra á Føroysku orðabókini, JógvanLJ@setur.fo Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya og Føroyamálsdeildina síggjast á www.setur.fo.
Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.
Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.