Lýsing
Vit sóknast eftir souschefi til dugnaliga køkstoymið umborð á Norrönu.
Køkurin umborð matgerð til a la carte matstovuna Munkastova, til vælvitjaðu Skansagarður buffet, til kafeteria Nóatún og til starvsfólkamessuna.
Sum Souschefur kemur tú saman við køksleiðaranum at hava ábyrgd av dagliga virkseminum í køkinum. Tú verður við til at menna, góðskutryggja og skapa matskráir til matstovurnar umborð. Eisini verður tað tín ábyrgd at taka ímóti nýggjum starvsfólki, geva íblástur, upplæra og tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Vit bjóða
Tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum leiðslutoymi, ið brennur fyri at geva gestum okkara eina góða mataruppliving, og harumframt fært tú møguleikan at seta títt eyðkenni á matskránna. Vit bjóða eitt framsøkið óhátíðarligt umhvørvi, har vit virða tað góða samanhaldið.
Tú
Tú ert útbúgvin kokkur, hevur viðkomandi royndir og er von/vanur við at arbeiða breitt við fleiri ymiskum matskráum.
Tú dugir at skapa gott samstarv millum starvsfólkini, leggur stóran dent á reinførið og hevur eitt skipað arbeiðslag. Sum partur av leiðslutoyminum er týdningarmikið, at tú tekur ábyrgd og ert til íblástur hjá tínum starvsfeløgum.
Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.
Setanartreytir
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Freistin at søkja
Umsóknarfreistin er 22. oktober 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og verður starvið sett skjótast gjørligt.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Dugnaligu køksleiðararnir, Jean Alex Midjord og Helgi Bláskor, vita meira um størvini. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344835 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis executivechef@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.