Lýsing
Í kantinuni hjá Bakkafrost á Glyvrum gera vit mat til umleið 400 fólk um dagin, og vit leggja dent at hava vælsmakkandi og heilsugóðan mat. Vit gera eisini mat í samband við fundir og vitjanir á Bakka.
Vit leita nú eftir einum dugnaligum kokki, sum kemur at arbeiða tætt saman við okkara dugnaliga kantinuleiðara. Rætti viðkomandi kann eisini taka við frá kantinuleiðaranum, tá ið hon fer frá fyri aldur.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin kokkur ella líknandi. Tú leggur stóran dent á góða tænastu og reinføri, og tú kanst arbeiða í góðum samstarvi við starvsfelagar. Tú trívist eisini við at fáast við fyrisitingarligar uppgávur sum innkeyp, planlegging og líknandi. Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú tímir væl at gera góðan mat til okkara røsku starvsfólk, og tú hevur hegni fyri at gera tað sunt, burðardygt og fíggjarliga skynsamt.
Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.
Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Seinasta freist er 15. oktober.
Um tað eru spurningar, kanst tú seta teg í samband við Marithu Danielsen, kantinuleiðara, á tel. 23 56 81, ella við telduposti til mard@bakkafrost.com.
Um okkum
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, lívfiski, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu og flutning. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoynni, Sandoynni og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki í Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).